Tíðindi

31.10.2023
Minningarhald í Klaksvík

Allahalgannadag minnast vit tey, ið fingu váta grøv og tey, ið doyðu í yrki sínum á sjónum. Siðvenjan at minnast sjólátin er staðfest í tveimum løgtingssamtyktum. Tann fyrra er frá 1943, tann seinna í 1949.

Í Klaksvík verður allahalgannahald 1. nov. kl. 15.00 – við Gamla Kirkjugarði - í Klaksvík. John Júst á Marknagili, flytir fram røðu. KFUM og K-kórið syngur. Boðið verður til ein drekkamunn í KFUM og K eftir haldið

Í Svínoy verður minningarhald teirra sjólátnu allahalgannardag 1. nov. kl. 13 við minnisvarðan, ”Dropi í lívsins havi” í Svínoy. Jógvan Horn flytir fram røðu

Á Syðradali verður minningarhald teirra sjólátnu allahalgannadag, mikudagin 1. nov. - kl. 13.30. SAM fer av Klaksvík kl. 13.00 og av Syðradali kl. 15.50. Jóhan við Neyst, flytir fram røðu.

 

Minningarhaldið allahalgannadag er bæði staðbundið umboðandi tað lokala økið og alment umboðandi allar Føroyar.

Tað staðbundna minningarhaldið tekur atlit at nærumhvørvinum og lagnu fólksins í økinum.

Vit takka Guði fyri at eingin føroyingur er deyður í yrki sínum á sjónum farandi allahalganna ár.

 

Klaksvíkar býráð

Onnur tíðindi
08.12.2023

Útleigan av handilshøli við Biskupstorg

07.12.2023

Jólarómur í Klaksvík

06.12.2023

2.b á Skúlatrøð vitjaði borgar­stjóran

06.12.2023

Starvs­fólk til nýggja dagstovnaeind á Húsum