Tíðindi

17.11.2023
Starvsfólk til Baldursbrá - longd freist

Baldursbrá er ein náttúrubarnagarður, við denti á tryggleika og umsorgan, sum fær tað einstaka barnið at mennast og trívast. Baldursbrá er nýggjur kommunalur dagstovnur, ið lat upp á heysti 2021.

Stovnurin hevur frálíka staðseting tætt við fjøru og haga í nærumhvørvinum. Náttúran myndar tískil ein týðandi part av námsfrøðiliga arbeiðnum á stovninum.

Tríggjar barnagarðsstovur eru í Baldursbrá. Dreymsólja, Gullsólja og Snjósólja.
Pláss er fyri 45 barnagarðsbørnum, í aldrinum 3-6 ár.

Søkt verður eftir starvsfólkið til hesi størv:
• Námsfrøðingur, -atstøðingur ella hjálparfólk 30 tímar um vikuna
• Námsfrøðingur, -atstøðingur ella hjálparfólk 27 tímar um vikuna
Bæði størv byrja 1. januar 2024

Vit kunnu bjóða:
• ein spennandi stovn, ið er í menning viðvíkjandi námsættlan og virðisgrundarlag.
• ein góðan og vælvirknan starvsfólkahóp.
• ein stovn, ið arbeiður við náttúrunámsfrøði.
• ein ráðleggingardag um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum
• tíð til fyrireiking.


Vit vænta, at tú:
• hevur ein savnandi hugburð
• ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
• leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
• sær møguleikar í øllum børnum
• vilja vera við til at mynda stovnin sum ein náttúrubarnagarð
• hevur áhuga i at arbeiða við náttúrunámsfrøði, endurnýtslu og burðardygd.
• ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
• sær stórt virði í viðurkenning og inklusión
• ert týðilig/ur í samskifti og leggja dent á gott samstarv


Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskiftið eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag. 
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Vivian B. Samson, leiðara, á telefon 225719

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsókn: 
Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast 3. desembur 2023


Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjun her: Starvsfólk til Baldursbrá

Onnur tíðindi
10.10.2024

Skrúvað verður fyri vatninum

10.10.2024

Ferðslu­kunning í samband við U21 landsdyst

10.10.2024

Býráðsfundu­rin útsettur til 14 oktober

09.10.2024

Eyka býráðsfundur 10. oktober 2024 (útsettur)