Tíðindi

17.11.2023
Hvat er ein kommuna?

Hendan spurningin hava næmingar á Skúlatrøð arbeitt við hesa vikuna.  Frá mikudegnum til fríggjadagin hevur skúlin á Skúlatrøð nemliga havt undranardagar, har evnið hevur verið hetta “Hvat er ein kommuna?”

Fyri at hjálpa næmingunum at lýsa evnið, hava starvsfólk og býráðslimir í Klaksvíkar kommunu, hvønn morgun verið og havt styttri framløgur, har tey hava greitt frá, hvat ein kommuna er og hvørjar uppgávur og ábygd ein kommuna hevur. Børnini hava eitt nú hoyrt um býráðsarbeiði, um politikk, um skatt, um mentan, um bygging, um barnagarðar, um eldraøkið og um mangt, sum skal til fyri at reka eina kommunu.

Ein verkætlan, sum flokkarnir eisini hava arbeitt við hesar dagar, er ein gera ein bý úr pappíri, pappi, leikum ymiskum øðrum. Vakra úrslitið síggja tit í myndunum.

Onnur tíðindi
08.05.2025

Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksvíkar

08.05.2025

Krøv í samband við bygging av íbúðum og frítíðaríbúðum

07.05.2025

Ferðslu­kunning í samband við landsdyst 7. mai

05.05.2025

Ein perla er varðveitt í Klaksvík – hjartaliga tillukku, Kl. sjúkra­hús