Tíðindi
Tey flestu jólatrøini í kommununi eru tendraði, hugnaliga jólastovan í Norðoya Forminnissavnið hevur havt fyrstu gestirnar á gátt og sum nakað nýtt, vórðu fólk eisini bjóðað til kaffi inni i Varpinum aftaná at jólatræið í Vágstúni varð tendrað. Týsdagin lat skoytubreytin upp, so sigast má, at jóladámur nú er yvir býnum.
Klakksvíkshandilin í øðrvísi hami
Nógvir borgarar í býnum hava uttan iva verð inni í Norðoya Fornminnissavni, men upplivingin, sum vitjandi fingu seinasta vikuskiftið, var fyri øll ein heilt øðrvísi uppliving. Handilshølini eru endurskapað sum tey helst hava sæð út í 60'unum við handli, apoteki, skrivstovum, stovum og pakkhúsi. Ein fantastisk jólastova, sum avgjørt fær nógv minnir fram hjá teimum vitjandi.
Komandi leygardag og sunnudag verður aftur opið í jólastovuni, har møguleiki bæði verður at keypa sær ein kaffimunn, umframt ymiskt gott heimagjørt so sum súltutoy, súltaðar røtur, sjokolátakrem, urtasalt, brústsukur, sápur og annað gott.
Tað eru starvsfólk í Visit Norðoy, Norðoya Fornminnisavni sum saman við øðrum góðum kreftum hava savnað lutir og gjørt hølini so hugnalig og jólaklár til hetta høvið.
Ókeypis at skoyta fríggjadagin
Fríggjadagin 8. desember bjóðar Bank Nordik øllum ókeypis skoyting í Klaksvík. Millum kl. 15 og 17 verður møguleiki at heilsa uppá Vitus, sum eisini bjóðar ballónir og okkurt søtt til børnini. Skoytubreytin er opin frá kl. 15.00 til 20.00.
























Ársins fyrsta ferðamannaskip til Klaksvíkar

Krøv í samband við bygging av íbúðum og frítíðaríbúðum

Ferðslukunning í samband við landsdyst 7. mai
