Tíðindi

26.02.2024
Hoyringskriv um gongd í haga

Í samband við lógaruppskotið um 'Burðardygga ferðavinnu', hevur Klaksvíkar kommuna sent fylgjandi hoyringsskriv til Vinnumálaráðið. Hoyringarskrivið er grundað á umrøður í teimum staðbundnu nevndunum í Klaksvíkar kommunu, felags fundi millum kommunustýrislimir í Norðoyggjum og innanhýsis viðgerð í Klaksvíkar kommunu.

Grundleggjandi vil Klaksvíkar kommuna staðiliga mæla til greiðan skilnað í uppgávu- og ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur. Henda aðalregla verður als ikki fylgd í hesum uppskoti.

Haraftuarat verður mett, at náttúruverndargjaldið er alt ov lágt til at fíggja uppgávurnar, sum í hesum uppskotið verða lagdar verða á kommunurnar. Eftir hesum leisti hevði parturin hjá Klaksvíkar kommunu verið á leið 500.000 kr. Hetta er ein sera lág upphædd við atliti at teimum skyldum, sum lógaruppskotið leggur á kommununa. Henda upphædd røkkur als ikki til tað arbeiðið, sum kommunan skal gera.


Hoyringsskrivið kann lesast her:

Hoyringarskriv frá Klaksvíkar kommunu um lóg um burðardygga ferðavinnu

Fylgiskriv Kalsoy staðbundnar nevndir Burðardygg ferðavinna

Onnur tíðindi
27.05.2025

Býráðsskráin 28. mai 2025

26.05.2025

Barna­fagnaður 2025

26.05.2025

Broytingar í innsavning­ini í vikuni

26.05.2025

Norð­oyastevnuskráin er nú tøk