Tíðindi

08.03.2024
Fundur um nýtt skip til Svínoyar

Í dag hevur Dennis Holm, landsstýrsmaður í samferðslumálum, verið í Svínoy, har skipað varð fyri fundi við staðbundnu nevndina í Svínoy. Við í ferðalagnum vóru umboð fyri Strandferðsluna, Landsverk og Klaksvíkar kommunu. Evnið á fundinum var samferðsluviðurskiftini í Svínoy.

Fundurin varð hildin í Gamlagarði í Svínoy, og á skránni vóru framløgur um framtíðar ætlanir á farleiðini til Svínoyar og Fugloyar. Eftir framløgurnar varð prátað um, hvørji ynskir staðbundnu umboðini hava til eitt framtíðar skip. Eisini vórðu ábøtur á lendingarnar á Eiðinum og á Víkini umrøddar, serliga við atliti til, at nýggja skipið skal kunna taka størri bilar.

Stjórin á Strandaferðsluni kunnaði um, at arbeiðið at projektera nýtt skip til svínoyarleiðina fer í gongd í næstum, og at ætlanin er fáa eitt lokalt umboð í ein bólk, sum skal geva sítt íkast til nýggja skipið.

Eisini varð kjakast um núverandi ferðaætlan. Eitt nú at summarferðaætlanin skal verða galdandi allan oktober mánað., tí at vanliga er nógv virksemi í oynni, tá fjøllini verða gingin.

Onnur tíðindi
08.05.2024

Broytingar í ferðsluni

07.05.2024

Summar­ansing 2024

07.05.2024

Ein virkin vika farin aftur um bak

07.05.2024

Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskránna