Tíðindi

09.03.2024
Grækarismessuhald í Varpinum

Grækarismessuhald verður í Varpinum í Klaksvík sunnudagin 10. mars klokkan 14.00. Hornorkestrið spælir, Árni Skaale flytur fram røðu og skótar taka lut. Klaksvíkar Dansifelag hevur í nøkur ár skipa fyri grækarismessuhaldið í Skálanum, men í ár fara vit at royna nýggja Varpið. Tað er Skótalið Nólsoyar Pálls sum skipar fyri saman við KFUM-K skótunum og Klaksvíkar Hornorkestri.

Skótalið Nólsoyar Pálls verður 80 ár á Grækarismessu, og beint eftir vanliga Grækarismessuhaldið sum í ár ikki verður drúgt, verður 80 ára stovningardagurin hjá SNP hildin. Tað vera stuttar afturlítandi framløgur, knútaskeið, felagssangur og gaman, eisini trínur gamla skótaorkestrið Streingjafløkjan pallin. Ulvar og skótar sýna kynstur og til seinast okkurt søtt til góman. Alt ókeypis sjálvandi.

Øll, sum koma til grækarismessuhaldið eru vælkomin at vera sitandi og uppliva fagnaðan hjá gulu skótunum. Ein góður tími við álvara og gaman.
Øll, ið møta í gulum skótabúna, fáa eina ókeypis plakat, sum er gjørd til dagin, heim við. Øll onnur fáa høvi at keypa plakatina. Eisini verður ein framsýning av gomlum søgubókum v.m.

Onnur tíðindi
09.12.2024

Skipandi býráðsfundur hósdagin 12. desember

07.12.2024

Skoytubreytin letur upp

05.12.2024

Býarbussu­rin koyrir aftur

05.12.2024

Húsið stongt seinnapartin