Tíðindi

14.03.2024
IRF ber nýggjar posar út í viku 11 og 12

Í viku 11 og 12 bera vit posar út til hvørt húski í limakommununum. Hesa ferð bera vit trý sløg av posum út: gráar, hvítar og reyðar posar. Gráa rullið er rullað inn í ein reyðan posa, so minst til at taka gráa rullið úr tí reyða posanum og goym posan til serliga dálkandi burturkast. Posarnir eru gjørdir úr endurvunnum plasti, og fyri fyrstu ferð eru allir tríggir posar framleiddir í Føroyum, so talan er tískil um stuttflutta vøru.

Hvussu brúki eg posarnar?

Hvíti posin: Í hvíta posan ber til at lata alt reint papp og pappír í, t.d. tíðindabløð, lýsingabløð, brævbjálvar, matvøru-pakningar og allar eskjur úr pappi. Innihaldið í hvíta posa verður sent til endurvinningar.  Les meira um hvíta posan her: Hvíti posin

Harafturat kanst tú lata reint bleytt plast í hvíta posan. Minst bara til at samla bleyta plastið í ein kláran posa, áðrenn tú letur hann í hvíta posan.

Reyði posin: Reyði posin skal brúkast til serliga dálkandi burturkast, so sum battarí, ljósperur, spreydósir, smærri elektroniskar lutir og kemikaliu. Ein partur av innihaldinum í reyða posa verður sent til endurvinningar, meðan restin verður sent til trygga burturbeining uttanlands.  Les meira um reyða posan her: Reyði posin.

Grái posin: Grái posin er til dagliga restburturkastið, sum ikki kann fara í hvíta posa, reyða posa ella á endurvinningarplássið. Ruskið í gráa posa verður brent. Les meira um gráa posan her: Grái posin.

Fá fleiri góð ráð um posarnar her: Góð ráð

Føroysk framleiðsla

Øll trý posasløgini, sum húskini fáa hesa ferð, eru framleidd hjá Vespack í Vestmanna. Posarnir eru gjørdir úr endurvunnum haldgóðum plasti, sum hóskar væl til føroyska veðurlagið.

Onnur tíðindi
01.05.2024

Virkin spurnarkapping

01.05.2024

Byggisamtyktarbroyting fyri E5 (miðstaðarøkið)

30.04.2024

Ferðslan 4. mai

30.04.2024

Námsfrøð­ingur til vøggustovuna Lítlabjørn