Tíðindi

17.04.2024
Varpið avhendað

Stórur og gleðiligur dagur í Klaksvík í dag. Eftir drúgva tíð er nú komið so mikið ávegis við byggingini av Varpinum, at avhandingaskjalið nú er undirskrivað, eftir gjøgnumgongd av húsinum og verkætlanini annars í dag.

Ráðgevar, arbeiðstakarar og umboð frá stýrinum fyri Grunnin, Mentanarhús í Klaksvík, sum er byggiharri, møttu á fundi í morgun í Varpinum, har ymisku arbeiðini vórðu gjøgnumgingin.

Byggingin lýkur ásettu krøvini frá byggimyndugleikanum og er í tráð við tekningar og ynskir. Endaligt brúksloyvi er tí eisini givið fyri nýtslu av húsinum.

Tí er avhendingarskjal í morgun eisini undirskrivað. Tó eru onkur smávegis arbeiði eftir, sum avtala er gjørd um, skulu verða gjørd í næstum.

Jóhanna C. Christiansen, stýrisforkvinna fegnast um, at tað nú endiliga er komið so langt – og at henda verkætlan, sum byrjaði á sumri í 2020, nú kann kallast liðug.

Varpið hevur tó ávegis staðið sína roynd við fleiri sera væl eydnaðum tiltøkum, sum hava verið í húsinum. Talan hevur verið um eina spennandi, men drúgva tilgongd, og nú eru vit øll glað og takksom, sigur ein fegin forkvinna í stýrinum, Jóhanna C. Christiansen.

Nú húsið stendur liðugt, kostar tað uttan innbúgv um 72 mill.

Á myndini eru umboð fyri Grunnin, Mentanarhús í Klaksvík, sum eigur húsið – Frá høgru Annfinnur Heinesen, leiðari í Varpinum, Jógvan Skorheim, stýrislimur, Karl H. Johansen, stýrislimur, Jóhanna C. Christiansen, stýrisforkvinna, Louis Poulsen, stýrislimur, Heri Ellingsgaard, stýrislimur, Pætur Gerðalíð, stýrislimur og Dávur Winther, skrivar í stýrinum.

Á mymdini vantar Gunn Hernes, sum eisini er við í stýrinum.

Onnur tíðindi
28.05.2024

Fleiri størv leys innan dagstovnaøkið

28.05.2024

Varaleiðari til Blákolluna í Klaksvík

28.05.2024

Atlantic Fair latið dyrnar upp

28.05.2024

Endur­nýtslan stongd