Tíðindi
10.06.2024
Ruskinnsavningin byrjar aftur
Nú verkfallið er av, byrjar ruskinnsavningin aftur. IRF setur eyka orku inn og heintar gráu húsarhaldsposarnar eftir vanligu rutuni hjá IRF. Møguliga verður tó onkur tillaging gjøgnum vikuna, tí talan er um sera nógvar húsarhaldsposar. Hvítu posarnar heinta vit væntandi aftur í næstu viku.
Heitt verður á borgarar um at seta húsarhaldsposarnar tætt við stativið og ikki út á vegin, soleiðis at ruskið ikki dálkar meira enn neyðugt.
Burturkast frá endurvinningarplássum og virkjum byrja vit at heinta seinni í vikuni.
IRF
Onnur tíðindi
01.10.2026
Virkið Heyst skráin sæst her
30.09.2026
Køksfólk til umsitingina
30.09.2026
Íverksetaraskeið innan ferðavinnu
30.09.2026