Tíðindi

21.06.2024
Borgarstjórin, Karl H. Johansen sjeyti ár

Okkara borgarstjóri, Karl H. Johansen, er føddur 22. juni 1954. Hann er giftur við Jórun Ljósstein, og saman eiga tey døturnar Annika Karlsdóttir Ljósstein og Durita Ljósstein Johansen, umframt tvey abbabørn.

Á heysti í 2020 stillaði Karl H. Johansen á fyrsta sinni upp fyri Sambandsflokkin til býráðsvalið og varð valdur borgarstjóri fyri býráðssetuna 2021-24.

Tað lá neyvan í kortunum, at fyrstu árini sum pensjónistur skuldu fara við at røkja borgarstjórasessin í næst størstu kommunu í landinum, men trý og eitt hálvt ár eru longu runnin, og nú stundar aftur til býráðsval.

Áðrenn Karl bleiv borgarstjóri, kendu tey flestu hann sum løgreglumann og seinnu nógvu árini sum sýslumann í Norðoyggjum.

Karl Johansen var útlærdur politistur 1. januar í 1979 og bleiv í 2006 sýslumaður. Grindaformaður var hann eisini í nógv ár, og er tað ikki uttan orsøk, at sýslumaðurin og grindaformaðurin Karl Johansen eigur ein fastan leiklut í norðoyastevnuteitinum.

Karl hevur roynt eitt sindur av hvørjum á síni starvsleið. Hann hevur bæði siglt við línu-, trol-, og snellubáti. Eitt skiftið starvaðist hann hjá Kanjon, og eisini hevur hann roynt seg sum kokkur umborð á snellubáti undir Íslandi. Søgurnar frá Karl um baldrutar túrar á Flemish Kap lýsa ein garp, sum hevur roynt eitt sindur av hvørjum.

Karl hevur altíð verið virkin í ítróttinum. Serliga hevur tað verið í hondbóltinum, har hann var sannur úrmælingur. Hann er fyrsti klaksvíkingur, sum kom á føroyska hondbóltslandsliðið. Karl hevur eisini spælt fótbólt og var m.a. á besta liðinum hjá KÍ í 1981. Hann er áhugaður í øllum ítrótti og kennir til øll úrslit, líka mikið ítróttagrein.

Karl sær ikki mun á høgum og lágum. Hóast hann hevur eina kraftfulla rødd, so er hann ein afturhaldandi maður, sum er sera eyðmjúkur og umhugsin, tá ið tað kemur til m.a. síni starvsfólk. Hann er familjumaður um ein háls, og skal hann fáa sær orku til eina langa arbeiðsviku, so er føroyska náttúran og fjøllini í Norðoyggjum avgjørt nakað, sum gevur borgarstjóranum orku.

Góði Karl

Nú tú tann 22. juni rundar tey sjeyti árini, vilja vit við hesum ynskja tær hjartaliga til lukku við runda degnum. Takk fyri gott samstarv.

Starvsfelagar í Klaksvíkar kommunu

Onnur tíðindi
18.10.2024

Hvørji frítíðartilboð eru í kommununi?

16.10.2024

Vatntrýstið óstøðugt á eystur­síðuni

15.10.2024

Almennur kunningarfundur um kommunuætlanina

10.10.2024

Skrúvað verður fyri vatninum