Tíðindi

28.06.2024
Baldursbrá nýtast til bygdarhús

Í vikuni undirskrivaðu Karl H. Johansen, borgarstjóri, og Kaj Askham, formaður í bygdarfelagnum Heimrustin, undir avtalu um, at bygdarfelagið kann nýta hølini hjá dagstovninum Baldursbrá, tá ið bygdarfelagið skipar fyri tiltøkum á Norðoyri.

Kaj sigur, at higartil hevur bygdarfelagið nýtt dagstovnin eitt nú til ruddingardagar, tá jólatræið verður tendrað, og líknandi tiltøk, men nú er gott, at avtalan er formaliserað.

Karl H. Johansen, borgarstjóri, er somuleiðis fegin um avtaluna.

– Í dag búgva 157 fólk á Norðoyri. Tí kunnu vit siga, at Norðoyri er tann bygdin í Norðoyggjum við størst fólkavøkstri. Tí haldi eg, at Norðoyri hevur tørv á einum tilhaldsstaði, sum kann nýtast, tá tiltøk eru í bygdini.

Avtalan inniber, at bygdarfelagið kann nýta hølini uttan fyri vanliga arbeiðstíð, og at virksemið skal ikki órógva dagliga virksemið í dagstovninum. Somuleiðis skal øll nýtsla av húsinum gerast í semju við leiðaran fyri dagstovnin.

Avtalað er, at tá tiltøk eru í húsinum, skal bygdarfelagið skipa fyri reingerð, soleiðis at hølini aftur eru í sama standi og klár til virksemið hjá dagstovninum.
 

Onnur tíðindi
17.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við dystin hjá Víkingi á Djúpumýru

17.07.2024

Stongt vegna jarðarferð

16.07.2024

Stangavegu­rin asfalteraður

15.07.2024

Stangavegu­rin stongdur