Tíðindi
Baldursbrá er ein náttúrubarnagarður, við denti á tryggleika og umsorgan, sum fær tað einstaka barnið at mennast og trívast.
Baldursbrá er kommunalur dagstovnur, ið lat upp á heysti í 2021. Stovnurin hevur frálíka staðseting, við fjøru og haga í nærumhvørvinum. Náttúran myndar tískil ein týðandi part av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum.
Pláss er fyri 45 barnagarðsbørnum, í aldrinum 3-6 ár sum húsast í stovunum Dreymsólja, Gullsólja og Snjósólja.
Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum, atstøðingum ella hjálparfólkum á 30 tímar og 26 tímar um vikuna, at byrja 16. septembur 2024 ella eftir nærri avtalu.
Vit kunnu bjóða:
• ein spennandi stovn, ið er í menning viðvíkjandi námsættlan og virðisgrundarlag.
• ein góðan og vælvirknan starvsfólkahóp.
• ein stovn, ið arbeiður við náttúrunámsfrøði.
• ein ráðleggingardag um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum
• tíð til fyrireiking.
Vit vænta, at tú:
• hevur ein savnandi hugburð
• ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
• leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
• sær møguleikar í øllum børnum
• vil vera við til at mynda stovnin sum ein nátturubarnagarð.
• hevur áhuga í at arbeiða við náttúrunámsfrøði, endurnýslu og burðardygd.
• ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
• sær stórt virði í viðurkenning og inklusión
• ert týðilig/ur í samskifti, og leggur dent á gott samstarv
Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF)
og Føroya Pedagogfelag.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Vivian B. Samson, leiðara, á telefon 225719
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Umsókn, saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum, skal vera okkum í hendi seinasta lagi 11. septembur 2024.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Námsfrøðingar til Baldursbrá