Tíðindi

03.09.2024
Borgarstjórin heilsaði Jónleifi

Týsdagin 3. september 2024 varð skipað fyri móttøku í miðhøllini á Skúlatrøð fyri nýggja skúlastjóranum, Jónleifi Johannesen, sum júst er byrjaður í starvinum.

Millum røðararnar var Karl H. Johansen, borgarstjóri, sum bar honum heilsu vegna býráðið og kommununa alla og handaði honum eitt blómutyssi við bestu ynskjum frá býráðnum.

Vit endurgeva her røðu borgarstjórans:

 

Góði Jónleif :)

Tað er mær ein heiður at bera tær eina heilsan vegna Klaksvíkar kommunu og býráðið.

Hjartaliga tillukku við nýggja starvi tínum sum skúlastjóri her á Skúlatrøð.

Vit ynskja tær bestu eydnu í starvinum, sum – ikki tær at siga – er ógvuliga sentralt og týðandi her í kommununi, og vit síggja fram til eitt gott og gevandi samstarv.

Fólkaskúlin er nevniliga bæði landsalmennur og er eisini kommunalur á fleiri týðandi økjum, og tí er tað so umráðandi, at vit hava eitt gott og konstruktivt samstarv okkara millum, og tað ivist eg ikki í, at vit fara at fáa.

Fyri at lýsa eitt sindur, hvussu stóran leiklut kommunan hevur á fólkaskúlaøkinum, kann eg nevna, at Klaksvíkar kommuna árliga játtar og brúkar 17 mió. kr. í rakstri her á Skúlatrøð, og tá eru íløgurnar ikki roknaðar við.

Trivnaðarnevndin børn & ung hevur seinastu árini raðfest skúlan høgt og gjørt eitt gott arbeiði til frama fyri skúlan undir leiðslu av Eyðstein Ólason Poulsen sum nevndarformanni við fleiri átøkum til frama fyri umstøður og trivnað her á Skúlatrøð.

Hetta arbeiðið er ikki liðugt og fer sjálvandi at halda fram – og tað síggja vit eisini fram til sum býráð.

Sjálvandi játta vit hesar stóru upphæddir við gleði, tí hetta er ein tann mest týðandi stovnurin, sum er her í kommununi, tí her á Skúlatrøð verða okkara komandi ættarlið myndað og ment til lívið.

 

Góði Jónleif.

Seinast, tú vart skúlaleiðari í eini bygd, sum í dag er partur av Klaksvíkar kommunu, var í skúlanum á Húsum, og eg havi fleiri ferðir fingið at vitað haðani, hvussu dugnaligur og góður tú vart fyri tey.

Eitt úrslit av tínum avriki har var, at mest sum øll bygdin fór at brenna fyri føroyskum dansi, sum vit vita er eitt av tínum hjartamálum, so nú verður spennandi at vita, um Skúlatrøð við tær sum skúlastjóra fer at blíva sum Húsar, so at føroyski dansurin fer at blóma enn meiri her í býnum.

---

Enn einaferð – hjartaliga tillukku og allar bestu eydnu í starvinum.

Onnur tíðindi
09.09.2024

Skeið fyri nýggjum hjálpar­fólkum

09.09.2024

Ferðslu­kunning í samband við U21 landsdyst

09.09.2024

Námsfrøð­ingar til Baldursbrá

06.09.2024

Andreas Andreasen nýggjur tekniskur stjóri