Tíðindi

20.09.2024
Havnafúti / Havnaumsjónarfólk til Klaksvíkar havn

Ert tú nýggi havnafútin sum vit leita eftir? Høvuðsuppgávurnar hjá Klaksvíkar havn er at tryggja, at skip og bátar fáa tað hjálp og vegleiðing, sum teimum tørvar við komu og fráfer. Eisini skal kai økið vera gott og trygt at arbeiða á, til bæði skip og bátar, og alla ta avleiddu vinnuna, sum veitur tænastur á havnarøkinum.

Verðandi kaikantur strekkir seg meira enn 850 metrar tilsamans, og tað er nógv vinnuligt virksemi á øllum havnarøkinum, tí heimaflotin er stórur í Klaksvíkar kommunu, og her er nógv virksemi knýtt at maritima økinum.
Bátahylar eru á Vágni, á Borðoyðavík og í Árnafirði, og eru í løtuni meir enn 200 bátapláss. Harumframt eru lendingar í Svínoy og á Kalsoynni, sum tú saman starvsfólkunum í Klaksvíkar Havn kemur at arbeiða við.
Klaksvíkar havn fevnir um kaikantin til allan vinnuliga flotan og vinnuligu økjunum, sum liggja uppat. Bátahylarnar til smærru bátarnar, neystagrundir og lendi annars fram við sjóvarmálanum.

Arbeiðsuppgávur
- at røkja og viðlíkahalda havnaløgini 
- at vera partur av vaktarskipan
- saman við starvsfólkunum í Klaksvíkar havn at røkja loðstænastu av skipum
- saman við starvsfólkunum at vera við til at menna Klaksvíkar havn
Gjørt verður vart við, at arbeiðsuppgávurnar kunnu verða umlagdar, sum ein avleiðing av møguligari nýskipan.

Førleikakrøv
- tú hevur hægstu nautisku útbúgving og vinnubrævi sum skipsførari
- tú dugur væl at samstarva og samskifta á skrift og í talu á føroyskum og enskum umframt norðurlenskt
 -tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og lættliga fáa avgreitt arbeiði
- tú hevur hendurnar skúvaðar væl uppá og kanst lættliga fara til verka við fyrifallandi arbeiðsuppgávum
- tú hevur vitan um, og/ella royndir innan ymiskar vinnur á maritima økinum, so sum fiskivinnu, handilsskip og farmaflutnings-virksemi
- tú ert vinalig/ur og hevur ikki trupuleikar við at laga teg til skiftandi arbeiðstíðir og umstøður


Setanarviðurskiftir
Havnafútin verður settur frá 1. novembur 2024 ella skjótast gjørligt.
Talan er um fulltíðarstarv, og verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagi ella Føroya Skipara- & Navigatørfelag fyri havnaumsjónarmenn.
Fyrstu tríggir mánaðirnir verða at rokna sum royndartíð
Starvið vísir til Havnameistaran, Jógvan á Lakjuni, ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú seta teg í samband við hann á tlf. 737390, ella við telduposti: jogvanl@klaksvik.fo


Umsóknin saman við prógvi, lívsreinsli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast 4. oktobur 2024.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Havnarfúti til Klaksvíkar Havn.

Onnur tíðindi
10.10.2024

Skrúvað verður fyri vatninum

10.10.2024

Ferðslu­kunning í samband við U21 landsdyst

10.10.2024

Býráðsfundu­rin útsettur til 14 oktober

09.10.2024

Eyka býráðsfundur 10. oktober 2024 (útsettur)