Tíðindi

15.11.2024
Umvælingar í svimjihøllini komandi vikurnar

Umfatandi umvælingar í Svimjihøllini hava við sær, at baðilandið verður stongt komandi 5 vikurnar. Somuleiðis er tekniskt brek við heittvatnshylinum í løtuni. Hetta merkir, at einans 25 metra hylurin og vælveruøkið eru opið.

Baðilandið verður væntandi tikið í brúk aftur miðskeiðis í desember. Hetta tíðarskeiðið hevur svimjihøllin opið sum vanligt.

Onnur tíðindi
28.10.2026

Býráðsskráin 29. oktober

28.10.2026

Starvs­fólk til Blákolluna (longd freist)

23.10.2026

Dagføringar gjørdar í Badminton­høllini

21.10.2026

Viðmerking til tíðindaskriv um NMC PROTECTOR