Tíðindi
20.11.2024
Skrivstovufólk til Miðlan
Vegna umskipan í okkara dugnaliga starvsfólkahópi, leitar Klaksvíkar kommuna eftir einum tænastusinnaðum starvsfólki til Miðlan. Arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna við starvsbyrjan 1. januar 2025.
Arbeiðsuppgávur:
Tú kemur, í tøttum samstarvi við starvsfólkið í Miðlan, at virka sum bindilið í millum borgaran, samstarvspartar og umsitingina.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og til tíðir krevjandi við tíðarfreistum. Journalisering er ein stórur partur av arbeiðinum, og tú kemur eisini at avgreiða smærri málsviðgerðir og virka sum skrivari til nevndar- og býráðsfundir.
Les meira um starið her: Skrivstovufólk til Miðlan
Onnur tíðindi
26.03.2026
Kirkjubrekka stongd fyri ferðslu
23.03.2026
Valevnislistar til løgtingsvalið 26. mars 2026
23.03.2026
Earth Hour í Klaksvík
19.03.2026