Tíðindi

23.01.2025
Broytingar í koyriætlanini hjá býarbussinum

Koyriætlanini hjá býarbussinum (leið 2) verður broytt soleiðis, at bussurin framyvir steðgar á sandinum, ávegis úr Norðoyri til Anirnar / Árnafjørð.

Ferðaætlanin bleiv annars broytt 2024, tí at býarbussurin hevði trupult við at halda tíðarætlanina, vegna arbeiðið við tunlunum norð um fjall. Nú, tá ið tunlarnir eru lidnir, verður tað upprunaliga koyriætlanin, sum verður sett í gildi aftur.

Broytta ferðaætlanin verður sett í gildi mánadagin 27. januar.

Onnur tíðindi
14.10.2026

Býarbussu­rin koyrir aftur á middegi

14.10.2026

Eingin ferðsla í miðbýnum

14.10.2026

Býarbussu­rin koyrir ikki vegna veður

13.10.2026

Húsavørðar til Klaksvíkar kommunu