Tíðindi
06.03.2025
Melda til heilsufótbólt 2025
Nú ber aftur til at melda seg til heilsufótbólt (vár skeið). Venjingarnar vera týsdag og hósdag kl. 16:20, og aftur hesaferð vera tað Marjun Kalsø og Eydna Thomsen, sum koma at standa á odda fyri venjingunum. Báðar venjingarnar eru á Djúpumýru.
Tilboðið er ætlað øllum teimum, sum eru 60+, og øll sum melda seg til sleppa at luttaka. Kostnaður fyri hvørt skeið er 300kr. Fyrsta venjingin í hesum skeiðnum verður týsdagin 11. mars kl. 16.20. Vant verður tvær ferð um vikuna í 10 vikur.
Melda til her: Heilsufótbóltur 2025 (vár skeið)
Heilsufótbólturin byrjaði sum ein verkætlan, men hevur síðan verið bjóðað út sum eitt kommunalt tilboð, skipa í tøttum samstarvi KÍ. Tilboðið hevur longu trý ár á baki.
Onnur tíðindi

19.03.2025
Earth hour í Klaksvík

19.03.2025
Býráðsskráin 20. mars

17.03.2025
Send okkum títt hugskot!

12.03.2025