Tíðindi

07.03.2025
Nýggj skelti við staðarnøvnum sett upp

Klaksvíkar kommuna hevur seinastu tíðina sett nýggj skelti upp. Skeltini eru sett upp eftir tilmæli frá Gøtunavnanevndini, og vísa tey á gomul staðarnøvn í Klaksvík. Ætlanin er, at halda fram við arbeiðinum og at seta fleiri staðanavnaskeltir upp í allari kommununi.

Ein av orsøkunum til, at farið varð undir hetta arbeiðið var, at Gøtunavnanevndin metti, at tað var ein vanda fyri, at staðarnøvn í kommununi við tíðini kunnu verða gloymd ella nýtt skeivt. Tí var farið undir at skelta staðarnøvn, hóast siðvenja ikki hevur verið fyri hesum áður.

Tey skelti, sum eru sett upp, eru hesi:

• Klaksvíkstrøð
• Býarlundin
• á Bakkanum
• Grønhøvdi
• Kirkjugarðurin úti í Grøv
• Gamli Kirkjugarður
• við Smyrilsrætt

Í næstum verða skelti sett upp á hesum støðum: Fagravík, Kirkjugarðurin á Ziskatrøð og við Strandasand

Onnur tíðindi
24.09.2026

Faðir og dóttir á býráðsfundi

24.09.2026

Býráðið samtykti fíggjarkarmin fyri 2027

24.09.2026

Stongt vegna jarðarferð

23.09.2026

Býráðsskráin 24. september