Tíðindi
19.03.2025
Earth hour í Klaksvík
Fyri at varpa ljós á umhvørvið og veðurlagsbroytingar, fer kommunan at sløkkja øll gøtuljós í býnum, leygardagin 22. mars, frá kl. 20.30 til 21.30. Fyrstu ferð at Klaksvíkar kommuna var við í hesum átakinum var í 2013.
Earth Hour er eitt heimsfevnandi átak, har býir kring allan heimin sløkkja ljósini í ein tíma. Endamálið við tiltakinum er at gera fólk kring heimin varug við veðurlagsbroytingar og umhvørvið. Øll eru vælkomin at stuðla átakinum við at sløkkja ljósið í ein tíma.
Gøtuljósini, sum vera sløkt, eru í Klaksvík, Árnafirði, Ànunum og á Norðoyri. Gøtuljósini í Kalsoy og Svínoy verða ikki sløkt.
Onnur tíðindi
16.09.2026
Róðrarneystið verður nýtt til nógv ymisk endamál
14.09.2026
Rúmdarfyrilestur v/David Arge Klevang í Varpinum
09.09.2026
Bárður á Lakjuni vitjaði Klaksvíkar Kommunu
07.09.2026