Tíðindi

15.04.2025
Klaksvíkar kommuna um páskirnar

Býráðsskrivstovan er stongd frá 17. apríl til og við 21. apríl. Opið er aftur sum vanligt týsdagin 22. apríl.

Endurnýtslan hevur stongt skírishósdag, langafríggjadag og 2. páskadag.
Leygardagin 19. apríl er opið sum vanligt.

Svimjihøllin er stongd skírishósdag, langafríggjadag og páskadag.
Leygardag er opið sum vanligt.
2. páskadag er opið sum sunnudag.
Tá ið høllin er stongd um páskini, er vælveruøkið somuleiðis stongd og kann tí ikki leigast.

Býarbussurin koyrir ikki páskadagarnar. Koyrt verður aftur sum vanligt týsdagin 22. apríl.

Borgarar, sum hava átrokandi boð, kunnu ringja til hesar telefonir:

Um trupulleikar eru við vatnveitingini o.tl. fartlf: 225272 (Vatndeildin)
Um talan er um annað, so sum kloakkviðurskifti v.m. fartlf: 216488 (Vegadeildin)
Um tørvur er at fáa fatur á barnaverndartænastuni fartlf: 219181 (Barnaverndin)


Klaksvíkar kommuna ynskir øllum einar gleðiligar páskir.

Onnur tíðindi
29.10.2026

Minningarhald teirra sjólátnu

28.10.2026

Býráðsskráin 29. oktober

28.10.2026

Starvs­fólk til Blákolluna (longd freist)

23.10.2026

Dagføringar gjørdar í Badminton­høllini