Tíðindi

23.04.2025
Ferðslan 3. mai

Leygardagin 3. mai skipar Treysti fyri FM í hálvmaraton í Klaksvík. Í hesum sambandi verða fleiri vegir í miðbýnum stongdir frá kl. 13.00 til 17.00.

Teir vegir, sum verða stongdir, eru: Stoksoyrarvegur, Klaksvíksvegur, Biskupstøðgøta, Nólsoyar Pálsgøta og partur av Stangavegnum (til og við Stangaskákið). Stongt er fyri allari ferðslu í tíðarbilinum millum kl. 13.00 og 17.00.

Í hesum tíðarskeiðnum steðga bussarnir hjá Bygdaleiðum bert á Borðoyarvík.

 

Skráin fyri tiltøkini leygardagin:

- Leygardag 3. mai kl. 10.00 – 12.00 og 18.00 - 20.00. Hvar: Borðoyarvík
Saunagos. Keyp atgongumerki á atgongumerki.fo 

- Leygardag 3. mai kl. 11.00. Hvar: á Borðoyarvík
Dyppa saman við royndum dypparum

- Leygardag 3. mai kl. 11.00 – 13.00. Hvar: Klaksvíkar bókasavn
Plantuverkstova fyri børn

- Leygardag 3. mai kl. 11.00 – 13.00. Hvar: Klaksvíkar bókasavn
Planta eitt træ

- Leygardag 3. mai kl. 12.00 – 16.00. Hvar: á Varpabrúnni
Royn stigabilin hjá Klaksvíkar Sløkkiliði

- Leygardag 3. mai kl. 13.00 – 17.00 og kl. 13.00 til 15.00. Hvar: í Borðoyarvík
Sauna í Borðoyarvík alment opið. Frá kl. 13.00 til 15.00 verður bjóðað kakao og bollar. Øll eru vælkomin. Vaksin og børn.

- Leygardag 3. mai kl. 13.00 – 17.00. Hvar: Uttanfyri Norðoya Sparikassa
Hálvmaraton. Keyp atgongumerki á atgongumerki.fo

- Leygardag 3. mai kl. 20.00. Hvar: Skúlin á Syðradali
Syðradalur húsini og umhvørvið

- Leygardag 3. mai kl. 21.00 – 00.00. Hvar: Fríða
Café Quiz

Onnur tíðindi
24.04.2025

Endur­nýtslan stongd flaggdagin

24.04.2025

Flaggdagshald í Vágstúni

24.04.2025

Virkin spurnarkapping

23.04.2025

EM endaspælið byrjar 4. mai