Tíðindi
01.05.2025
Tak pallin í Nólsoyar Páls húsinum
Í samband við Virkið vár verður skipað fyri ”Open mic” í Nólsoyar Páls húsinum. Í stuttum snýr tað seg um, at ein pallur verður tøkur til roynd, sum óroynd, har møguleiki er at framføra eitt hvørt. Livandi tónleikur verður partur av kvøldinum og Fríða selur okkurt leskandi.
Spurningurin er so, hevur tú yrkt ein sang ella eina yrking, sum tú ongantíð hevur víst nøkrum, men kundi hugsa tær at víst onkrum? Ella hevur tú ein sangfugl í búkinum, men manglar pallin?
Tiltakið verður fríggjakvøldið 2. mai frá kl. 21.00 – 23.00. Vís tíni evnir, ger okkurt sum tú ongantíð hevur gjørt fyrr ella ger okkurt, sum tú møguliga vilt endurtaka.
Tiltakið er ókeypis og øll, sum hava hug til eitt hugnaligt og øðrvísi kvøld í Nólsoyar Pálshúsinum eru vælkomin.
Onnur tíðindi

29.04.2025
Fyrsta EM endaspæl í Føroyum byrjar í Klaksvík

29.04.2025
Broytingar eru í innsavningini hesa vikuna orsakað av altjóða arbeiðaradegnum

28.04.2025