Tíðindi

08.05.2025
Krøv í samband við bygging av íbúðum og frítíðaríbúðum

Klaksvíkar kommuna fegnast um, at áhugin at útvega fleiri búeindir í kommununi er vaksandi. Tað er gleðiligt at síggja, at bæði íbúðir til langtíðar- og stutttíðarleigu verða innrættaðar – í verandi sethúsum og við frítíðaríbúðum í neystum og hjáhúsum (anneks).

Tó vil kommunan minna á, at slík arbeiði krevja loyvi. Kommunan er byggimyndugleiki og skal geva loyvi til nýtslubroytingar og innrætting av tílíkum búeindum.

Tildømis eru krøv fyri millum annað:

  • Trygd og brunakrøv
  • Innrætting og útlufting
  • Frárenning og vatnveiting
  • El og hitaskipanir
  • Nøktandi parkeringspláss
  • Tað er tí ikki loyvt at fara undir arbeiðið, fyrr enn byggiloyvi er fingið til vega og kann búeindin takast í brúk, tá nýtlsuloyvi er givið.

Kommunan vil eisini heita á øll, sum ætla at gera slíkar broytingar, at hugsa um verandi grannar og nærumhvørvið. Vit skulu øll kunna trívast saman, og tí er grannaskapur og fyrilit ein sjálvsagdur partur av slíkum verkætlanum.

Um tílíkar búeindir verða innrættaðar uttan neyðug loyvi ella ikki lúka krøvini, kann tað hava álvarsligar avleiðingar – bæði fyri tryggleikan hjá búfólki og fyri ábyrgdina hjá eigaranum.

Klaksvíkar kommuna vegleiðir fegin, um ætlanir eru um at byggja ella broyta verandi bygningar til bústaðarnýtslu.

Onnur tíðindi
07.07.2025

Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað er leiðin fram

07.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Champions Leauge dyst hjá Víkingi

04.07.2025

Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan líkvogn

04.07.2025

Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby