Tíðindi
13.05.2025
Ver við til semifinaluna
Vilt tú vera við til fyrsta EM endaspælið í Klaksvík, so er seinasti møguleiki í morgin 14. mai kl. 15.00, tá ið Frankaríki og Holland spæla semifinalu á Djúpmýru.
Í samband við dystin verður upphitingartiltak á Akursmørk kl. 13.00.
Til upphitingina spælir Rani Nolsøe nøkur løg, ungdómsleikarar hjá KÍ luttaka, hoppiborg, spæl og okkurt lætt ábit verður at fáa. Bassi og Basselina luttaka eisini. Tiltakið er ókeypis.
Atgongumerkir til dystin kunnu keypast á www.atgongumerki.fo
Prísurin er 40 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn.
Onnur tíðindi

01.07.2025
Býráðsskrivstovan í summarfrítíðini

30.06.2025
Námsfrøðingur ella hjálparfólk til DR. MARGRETHU BARNAGARÐ

27.06.2025
Nýggja gólvið í KÍ-høllini tekur skap

26.06.2025