Tíðindi
07.07.2025
Ferðslukunning í samband við Champions Leauge dyst hjá Víkingi
Í morgin kl. 19.00 er dystur millum Víking og Lincoln Red Imps. Í hesum sambandi verður Bøgøta stongd frá kl. 17.00 til 21.00. Í hesum tíðarskeiði koyrir býarbussurin ikki eftir Bøgøtu.
J. Waagsteinsgøta verður eisini stongd frá kl. 8.00 til kl. 21.00. Ferðslan verður leidd fyri foreldur og avvarðandi, ið skulu við børnum í Dr. Margrethu barnagarðin.
Dyrnar lata upp kl. 18.00, og latið verður aftur stundisliga kl. 19.10!
Til ber einans at keypa atgongumerki her: Víkingur - Lincoln Red Imps
Onnur tíðindi

07.07.2025
Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað er leiðin fram

04.07.2025
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan líkvogn

04.07.2025