Tíðindi

25.08.2025
Atlantic Fair 2026 í Klaksvík

Vinnustevnan hevur 25 ár á baki, og hevur seinastu átta árini verið í Klaksvík. Soleiðis verður eisini í 2026.

Umleið 180 fyritøkur luttaka vanliga, og alt bendir á, at undirtøkan fer at verða líka góð sum undanfarin ár. Nærum øll plássini eru bókaði av føroyskum og útlendskum fyritøkum, tó eru nøkur pláss eftir.

Áki í Skemmuni, sum seinastu nógvu árini hevur staðið á odda fyri vinnustevnuni, sigur, at hann er væl nøgdur við umstøðurnar í Klaksvík.

- Umvælingin í KÍ høllini gevur meira gólvpláss, og gongst sum ætlað, so verður hotellið KG eisini latið upp í mai komandi ár. Eydnast hetta, fer hesin møguleikin at geva teimum vitjandi enn betri møguleikar til netverkan, eisini aftaná at básarnir eru lukkaðir.

Karl Johansen, borgarstjóri, fegnast eisini um, at vinnustevnan aftur verður í Klaksvík. Tað hevur nógv at siga, at vit sum kommuna stuðla undir, at lokalar fyritøkur fáa eina slíkan sýnsglugga í nærumhvørvinum. Ein slík vinnustevna gagnar ikki bara vinnuni, sum tekur lut á stevnuni, men eisini øðrum mat- og handilsveitarum í nærumhvørvinum.

Atlantic Fair byrjar 19. mai 2026.

Onnur tíðindi
21.08.2025

Vísið varsemi á Skúlavegi

20.08.2025

Djúpamýra og Másheygur

19.08.2025

Ferðslan á Sjómanna­deg­num 2025