Tíðindi

16.09.2025
Send okkum gjarna tíni hugskot!

Virkið Heyst hevur undanfarin ár verið í viku 39, men í ár verður Virkið heyst í viku 41, sum er í døgunum 6. okt. – 11. okt. Tvey onnur tiltøk verða knýtt at Virkið Heyst í hesum umfari. Talan er um Fjølmentanarvikuna og Heystglóð.

Hesa vikuna í oktober verður býurin karmur um størri og smærri tiltøk, sum m.a. skulu eggja borgarum at vera virkin saman og hugbundin. 

Fjølmentanarvikan er í høvuðsheitum eitt átak, sum hevur til endamáls at viðurkenna, fevna og fagna teimum ymisku mentanunum, sum eru í Føroyum. Tí fara fleiri tiltøk eisini at bera brá av hesum. 

Leygardagin 11. oktober verður Heystglóð. Tá er tað handilsvinnan, sum veruliga fer at spíla seg út við nógvum spennandi átøkum.  

 

Send okkum títt hugskot 

Hugskot til skránna eru vælkomin, tí eitt av endamálunum við Virkið Heyst er nevnliga at sjónliggera tiltøk og átøk, sum longu eru á skrá hjá áhugafeløgum, einstaklingum og øðrum. Men eisini at lata upp fyri hugskotum frá borgarum, um ynski er at samstarva við kommununa um eitt hvørt, sum stuðlar hesum endamáli. 

Á henda hátt fær kommunan bæði verið við til at varpa ljós á tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi, men eisini møguleika at menna nýggj og spennandi tilboð saman við borgarum, vinnuni og áhugafelagsskapum.  

Kunning um tiltøk, sum ynski er at fáa við í skránna, skulu boðast frá í seinasta lagi mikudagin 30. september 2025.

Boða frá her: Virkið Heyst 2025

Onnur tíðindi
12.12.2025

Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir á Fossum

10.12.2025

Breiðka Flatnavegin á Norðoyri

10.12.2025

Enn ein byggisamtyktarbroyting í Klaksvík góðkend

08.12.2025

Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu