Tíðindi

10.12.2025
Breiðka Flatnavegin á Norðoyri

Í samband við vegarbeiði á Norðoyri vera bilførarar bidnir um at vísa varsemi og at koyra varliga

Borgarar á Norðoyri hava í langa tíð víst á tørvin at fáa betri ferðslutrygd á Norðoyri. Pengar eru nú settir av til at breiðka vegastrekkið á Fornavegi og á Flatnavegi, og er hetta eitt týðandi stig at betra um ferðslutrygdina á Norðoyri.

Tá vegurin verður grivin upp, gevur hetta eisini møguleika fyri at leggja gøtuljóskaðal oman til lendingina, og tí eru nýggj gøtuljós oman til lendingina eisini partur av verkætlanini.

Gongubreyt og onnur ferðslutálmandi átøk eru eisini partur av verkætlanini.

Arbeiðið fer í gongd í morgin, 11. desember 2025. 

Onnur tíðindi
13.03.2026

Send okkum títt hugskot!

12.03.2026

Væl møtt til grækarismessuhald í Varpinum

12.03.2026

NBH og Nánd kanna størri samstarv á eldraøkinum

12.03.2026

Løgtingsval 2026