Tíðindi
Mentanardagurin HEYSTGLÓÐ savnar fólk í einum fjølbroyttum og livandi degi, har tónleikur, list, søgur og matsmakkingar skapa upplivingar fyri allar aldursbólkar. EIn hátíðardagur, sum sameinir siðvenjur og nýskapandi hugskot – og gevur rúm fyri bæði gleði, íblástri og felagsskapi.
Matmarknaður, matverkstova, listaframsýningar, fyrilestrar, tyrla, brandstøðin, sjúkrabilar, konsertir og handlar hava opið til kl 20.00
- so ein rúgvismikil skrá. Umráðandi at fylgja við næstu dagarnar har tiltøkini verða løgd út bæði á heimasíðu og fb.
Heystglóð verður sett á Spinnarínum leygardagin 11. oktobur kl 14, har forkvinnan í Mentanarnevndini, Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, setur dagin og vit hoyra vakrir tónar frá Astu Højgaard og Mads á Heyggi.
Skráin sæst á https://visitnorth.fo/heystglod og á facebook síðuni hjá Heystglóð.

Útbyggja Baldursbrá

Ferðslukunning í samband við U21 landsdyst á Djúpumýru

Klaksvíkar kommuna harmast handfaringina av málinum um fráfaringaraldur
