Tíðindi

09.04.2026
Heilsugott ábit til børn og ung í Húsinum – gáva frá býráðnum

Á býráðsfundinum í kvøld, hóskvøldið 9. apríl, var samtykt, at Húsið skal fáa 30.000,- kr at keypa frukt og grønt fyri til børnini og tey ungu.

- Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá okkum, at børnini og tey ungu í Húsinum skulu hava møguleika at fáa eitt heilsugott ábit eftir skúlatíð í Húsinum, sigur Annika S. Biskopstø, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung.

- Sum kunnugt, er Húsið eitt ókeypis tilboð til børn og ung her í kommununi, og hóast tey í Húsinum merkja, at børnini eru svong, tá tað kemur út á seinnapartin, so hava tey ikki havt møguleika at bjóða ókeypis mat.

- Við hesi gávuni frá býráðnum ber nú til hjá Húsinum at hava ókeypis frukt og/ella grønt á borðinum hvønn dag restina av árinum, og hetta fegnast vit um, sigur Annika.

Vit frætta úr Húsinum, at børnini og tey ungu eru sera glað fyri tilboðið – serliga eru tað bananinar, ið ganga væl :)

Onnur tíðindi
23.05.2026

Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum

22.05.2026

Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin

21.05.2026

Atlantic Fair aftur í 2028

20.05.2026

Stongt fyri allar ferðslu undir Fossum