Tíðindi

03.10.2025
Rótin í hjartanum í Klaksvík

Seinnapartin lat nýggi skúlin Rótin dyrnar upp fyri almenninginum. Fleiri hundrað fólk møttu til móttøkuna, sum varð fyriskipað við røðum, tónleiki og ábiti. Harumframt var tónleikur frá bæði Jens Marna Hansen og næmingunum á skúlanum.

Vit endurgeva røðuna, sum borgarstjórin, Karl Johansen helt í samband við at nýggi Húsarhaldsskúlin nú alment er tikin í nýtslu og hevur fingið nýggja navnið Rótin.

 

Góðan dagin øll somul

Tað er mær ein stórur heiður og ein gleði, sum borgarstjóri, at standa her í hesum glæsiliga bygningi, sum hevur fingið heimstað í hjartanum í Klaksvík.

Hetta er sanniliga ein stórur og søguligur dagur, ikki bara fyri Norðoyggjar, men fyri alt landið. 

***

Skúlin varð settur á stovn í 1974. Tá var eg 19 ára gamal. Og eg haldi ikki, eg sigi ov nógv, tá ið eg sigi, at tað var ein heilt onnur tíð, ja eitt annað samfelag.

Mamma mín

Mamma mín var ein siðbundin kvinna. Hon vaks upp í einum samfelag, har tað var púra greitt, hvørjar uppgávur hon skuldi røkja.

Hon helt hús, mataði okkum børn, og hevði ein stoltleika í síni ábyrgd, men tað var ikki ofta, at spurt varð, hvat hon ynskti sær.

Hetta var ein tíð, tá ið húsarhald var eitt yrki. Tað sum vit í dag eisini umrøða sum ósjónligt yrki.

Men longu tá ið Húsarhaldsskúlin varð settur á stovn, fyri nú 51 árum síðani, vóru tað undangongufólk, sum sóu stóran týdning í uppgávum, sum kvinnan í høvuðsheitum stóð fyri.

Húsarhaldsdygdirnar skuldu ikki detta niðurfyri, men skuldu tryggjast. Og tí varð tað við stórari virðing, at farið varð undir at menna Húsarhaldsskúlan sum tilboð, so kvinnur eisini kundu fáa eina útbúgving. 

Kona mín

Tá eg hitti konu mína Jórun, var samfelagið øðrvísi. Hon var og er ein kvinna, sum visti, hvat hon vildi.

Ein kvinna við dreymum – bæði innan og uttan fyri heimið.

Hon valdi ikki millum arbeiði og familju, men hon strembaði eftir at røkka báðum.

Hon varð tískil sum nógvar aðrar kvinnur í 80’unum og 90’unum. Hon skuldu meistra alt, men var eisini tilvitað um, at hon kundi mynda sína egnu kós.

Døtur mínar

Og so komu døturnar. Tær eru vaksnar upp í einari tíð, har tær ikki í eins stóran mun, kenna seg bundnar av, hvat kvinnur "plaga" at gera.

Tað hevur ikki so stóran týdning, um øll klæðini ikki eru strokin, ella um kakan ikki er hevað rætt.

Í øllum førum eru tær tilvitaðar um, at tær hava eitt val í mun til raðfestingar. 

Kvinnan er broytt, spyrt tú meg! Men virðini, sum mamma mín hevði, eru ikki horvin. Tey hava bara flutt seg, ment seg, og finnast í øðrum hami.

Soleiðis hevur tað eisini verið við Húsarhaldsskúla Føroya. Skúlin varð stovnaður í eini tíð, har kvinnan hevði eitt ávíst pláss – tí kann man siga, at skúlin eisini hevur flutt seg við tíðini.

Skúlin hevur í nógv ár givið almennandi undirvísing við serligum atliti til heimið og familjuna, men fevnir í dag eisini um undirvísing um kropp, heilsu og rørslu og hvussu ein kann liva eitt heilsugott lív.

Hetta er nokk eisini ein orsøk til, at skúlin í dag fær nýtt navn.

Hóast broytingar og menning, so er onki at ivast í, at tey grundleggjandi virðini sum trivnaður, ábyrgd, felagsskapur, virðing og arbeiðsgleði framvegis mynda skúlan, og tað fegnist eg um.

Í dag standa vit í einum nýggjum bygningi, men undir tí nýggju tekjuni eru starvsfólk, sum hava megnað at varðveitt siðbundin virðir og mentan, men samstundis hava góðar og spennandi framtíðarætlanir. Við øðrum orðum, ein modernaður og kreativur skúli, har tað gamla møtir tí nýggja.

Tí vil eg enda við at siga:

Takk til tykkum, sum hava borið skúlan hendan vegin.

Takk fyri trúskap, arbeiði og dirvi.

Og til tykkum ungu, sum nú fara at taka skúlan í nýtslu: lat hetta vera eitt stað, har tit menna handaligar dygdir, men ikki minst lívsdygdir, sum eggja og stuðla tykkum í, at finna tykkara egna veg og at lívbjarga sær sjálvum. 

Til seinast vil eg senda eina hjartans tøkk til Húsarhaldsskúla Føroya, og til tín Jóhanna, sum hevur tikið eitt lógvatak í hesari tilgongdini.

Hjartaliga til lukku og góða eydnu við arbeiðinum víðari.

Takk fyri.

Onnur tíðindi
07.10.2025

Klaksvíkar kommuna harmast handfaring­ina av málinum um fráfaringaraldur

07.10.2025

Myndaframsýning í Svínoy

06.10.2025

Multicultural Week – part of Virkið Heyst in Klaksvík