Tíðindi

06.11.2025
Barnafamiljurnar sleppa undan ansingargjaldi í desember og januar

Klaksvíkar býráð hevur tikið stig til at geva foreldrum at børnum, ið ganga á dagstovni ella í frítíðarskúla, frítt gjald í tveir mánaðir.

Inntøkurnar hjá kommununi eru hægri, enn mett varð, og býráðið er samt um, at henda meirinntøka skal koma barnafamiljunum tilgóðar við einum munagóðum lætta til hesar.

- Vón okkara er, at ein slíkur fíggjarligur lætti kann økja um trivnaðin og geva barnafamiljuni eitt frírúm, nú jólahøgtíðin eisini nærkast, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í stuttari viðmerking.

 

 

Onnur tíðindi
05.11.2025

Bøgøta verður einvegis

04.11.2025

Ruddingarátak í Kalsoy

03.11.2025

Tøma rottangar í Árnafirði og í Klaksvík