Tíðindi
Nú eru fólk frá kommununi farin at rigga jólprýðið til í bygdunum og í býnum. Her niðanfyri er eitt yvirlit, nær tey ymsu trøini tendra.
Jólatræið í Vágstúni.
Leygardagin 29. november kl. 16.00 verður jólatræið í Vágstúni tendrað
Øssu Kjølbro, sóknarprestur og Annika S. Biskopstø halda røðu, Klaksvíkar Hornorkestur spælir hugnaligan jólatónleik. Eisini hava vit frætt, at jólamaðurin kemur at tendra jólatræið og hevur biðið Trøllapætur og ommudidd um at hjálpa sær.
Teir hava eisini pakkar við til børnini.
Aftaná verður ein góður kaffimunnur í Varpinum.
Vit gleða okkum at síggja nógv fólk til hugnaligu løtuna.
Jólatræið í Árnafirði
Jólatræið í Árnafirði verður tendrað leygardagin 30. november kl. 17.30.
Lena Askham heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Boðið verður til ein kaffimunn í gamla bygdahandlinum eftir haldið.
Jólatræið í Ánunum
Jólatræið í Ánunum verður tendrað mánakvøldið 1. desember kl. 18.00
Elsebeth Mercedes, løgtingslimur heldur røðu og Klaksvíkar Hornorkestur spælir
Boðið verður kaffimunnur aftaná.
Jólatræið á Norðoyri
Jólatræið á Norðoyri verður tendrað mánakvøldið 1. desember kl. 18.30
Hermann Samuelsen, býráðslimur heldur røðu og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Boðið verður kaffimunnur aftaná.
KALSOY
Jólatræið á Syðradali verður tendrað hóskvøldið 27. november kl. 17.45
Jólatræið á Húsum verður tendrað hóskvøldið 27. november kl. 18.30
Jólatræið á Trøllanesi verður tendrað hóskvøldið 27. november kl. 19.00
Jólatræið í Mikladali verður tendrað hóskvøldið 27. november kl. 19.45
Sámal Petur í Grund, heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl.17.15 og av Syðradali kl. 21.00
– bussur er við í ferðini.
SVÍNOY
Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 6. desember kl. 16.00.
Sunnva Asano, heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir
Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og Ritan siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30
Asfalterað í kvøld
Ein væleydnaður rørsludagur