Tíðindi

13.02.2026
Ídni til sølu

Klaksvíkar býráð samtykti á býráðsfundi 29. jan. 2026 at seta bygningin “Ídni” á Faktorsvegi 13 í Klaksvík til sølu. Talan er um bygning á leigulendi.

Endamálið við søluni er at finna bestu virkisæltanina fyri bygningin Ídni í Klaksvík.
Sølan er treytað av, at boðgevari lýsir og fremur best skikkaðu virkisæltan fyri komandi virksemi í Ídni.

Klaksvíkar kommuna setur sum treyt, at bygningurin kemur at hýsa virksemi, sum á ein ella annan hátt kemur borgarunum í Klaksvíkar kommunu til gagns.

Nýtslan skal stuðla undir virðisøking av økinum runt um Klaksvíksgarðin og havnalagið og verða við til at skapa virksemi, sum gagnar bæði borgarum og vinnulívinum.

Prísuppskot  á 500.000 kr.

Virkisætlanin skal innihalda:

  1. Visjón og endamál
  2. Nýtsluætlan
  3. Fíggjarætlan
  4. Tíðarætlan
  5. Myndir, skitsur ella grafisk framseting

Vísandi til kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn, lýsir Klaksvíkar kommuna við hesum Ídni í Klaksvík til sølu.

Tað stendur kommununi frítt at velja millum innkomin tilboð ella onki at taka.

Kommunan hevur møguleika at taka av lægri boði enn hæsta boð, um hetta tænir sakligum kommunalum áhugamálum, víst verður til grein 6, stk. 2 í áður nevndu kunngerð.

Seinasta freist at lata boð er 16. mars 2026 kl. 12.00.

Sýn og fyrispurningar:
Setið tykkum í samband við kommununa við at skriva til klaksvik@klaksvik.fo, viðmerk: 24/00581 – Ídni.

Sí skjøl:
Útboð - Ídni
Fylgiskjal 1
Fylgiskjal 2
Fylgiskjal 3
Fylgiskjal 4

 

Onnur tíðindi
09.04.2026

Heilsugott ábit til børn og ung í Húsinum – gáva frá býráðnum

31.03.2026

Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integratiónssam­skipari í norð­urøkinum

26.03.2026

Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu

23.03.2026

Valevnislistar til løgtingsvalið 26. mars 2026