Tíðindi

17.03.2025
Upptøka á vallista

Til ber at søkja um upptøku á vallista fyri føroyingar, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttanfyri Føroyar

Avgerð um upptøku á vallistan skal vera tikin í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin. Umsóknir, sendar inn stutt áðrenn valdagin, kunnu tí ikki væntast at vera avgreiddar til valið.

Seinasta freist at søkja um upptøku er hósdagin 5. mars. 

Umsóknin, saman við lestrarprógvi, kann sendast til klaksvik@klaksvik.fo 

Heinta skjalið her: Upptøka til val

Kunna teg nærri her: Kunngerð um upptøku á vallista av persónum, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttanfyri Føroyar

Onnur tíðindi
09.04.2026

Heilsugott ábit til børn og ung í Húsinum – gáva frá býráðnum

31.03.2026

Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integratiónssam­skipari í norð­urøkinum

26.03.2026

Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu

23.03.2026

Valevnislistar til løgtingsvalið 26. mars 2026