Tíðindi

12.03.2026
Løgtingsval 2026

Vísandi til at løgtingsval er útskrivað, verður hervið kunngjørt, at atkvøðugreiðslan fer fram hósdagin 26. mars 2026.

Valstøðini eru hesi:

KÍ-høllin í Klaksvík - (fyri valstøðini Klaksvík, Ánirnar, Norðoyri og Strond)

Róðrarneystið í Árnafirði - (fyri valstaðið Árnafjørð)

Skúlin í Mikladali - (fyri bygdirnar Mikladal og Trøllanes)

Skúlin á Húsum - (fyri bygdirnar Húsar og Syðradal)

Gamligarður í Svínoy - (fyri valstaðið í Svínoy)

Atkvøtt verður frá
kl. 10.00 til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða í Miðlan til og við 25. mars 2026 kl. 16:00. 

Tey, sum av sjúku ella øðrum orsøkum ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu boða frá í Miðlan, tlf. 410000, inntil 24. mars 2026 kl. 16:00.

Samstundis verður sagt frá, at valkort til løgtingsvalið verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki fær valkort ella fær valkort við villum í, verður biðin um at venda sær til Miðlan tlf. 410000.

Klaksvíkar Býráð

Onnur tíðindi
29.04.2026

Býráðsskráin 30. apríl

29.04.2026

Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hjá Dátueftirliti­num til eftirtektar

29.04.2026

Summar­ansing 2026

28.04.2026

Ferðslan leygar­dagin 2. mai 2026