Tíðindi

12.03.2026
NBH og Nánd kanna størri samstarv á eldraøkinum

Stýrini í eldrasamstørvunum Nánd og NBH hava sett í gongd eitt arbeiði at kanna møguleikarnar fyri tættari samstarvi – og møguliga eisini eini samanlegging – millum samstørvini.

Arbeiðið hevur verið í gongd í eitt hálvt ár. Allar kommunurnar í báðum samstarvinum hava luttikið við borgarstjórum og øðrum umboðum. Í Nánd eru Eystur- og Fuglafjarðar kommuna. NBH er samstarv millum Klaksvíkar-, Hvannasunds, Kunoyar, Viðareiðs- og Fugloyar kommunu.

Bakgrundin er, at eldraøkið komandi árini fer at standa framman fyri bæði vaksandi tørvi og stórum íløgum. Samstundis verður tað ein vaksandi avbjóðing at tiltrekkja og halda upp á starvsfólk.

 Karl Johansen, formaður í NBH, sigur:

– Eldraøkið stendur framman fyri stórum avbjóðingum komandi árini. Vit fara at hava tørv á bæði fleiri starvsfólkum og stórum íløgum. Størri og sterkari eindir kunnu skapa betri faklig umhvørvi og gera arbeiðsplássini meira attraktiv fyri starvsfólk.

 Per Martin Gregersen, formaður í Nánd, leggur dent á, at samstarv eisini kann styrkja grundarlagið fyri framtíðar íløgum.

– Tað er avgerandi, at vit hugsa langt fram. Við at kanna eitt tættari samstarv kunnu vit skapa eitt sterkari grundarlag fyri bæði íløgum, fakligari menning og góðum tænastum til okkara eldru borgarar, sigur hann.

 Formenninir undirstrika, at talan í løtuni er um eitt arbeiði at kanna ymiskar møguleikar, og at eingin avgerð er tikin enn.

Onnur tíðindi
12.03.2026

Væl møtt til grækarismessuhald í Varpinum

12.03.2026

Løgtingsval 2026

12.03.2026

Fólka­tingsval 2026