Tíðindi

19.03.2026
Námsfrøðingar ella hjálparfólk

DR.MARGRETHU BARNAGARÐ

Vit søkja eftir barsilsavloysara, 25 tímar um vikuna, at byrja 07.04.2026 ella eftir nærri avtalu.

Vit søkja eftir námsfrøðingum ella hjálparfólkum 30 tímar um vikuna og eftir vikarum, at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðstíðin er millum 7.30 og 17.00.

Størvini eru í vøggustovu í aldrinum 0 til 3 ár og barnagarðsstovu í aldrinum 3 til 5/6 ár.

Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fart møguleikan at geva teimum ein innihaldsríkan og góðan dag. Vit leggja stóran dent á, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, planleggja og arbeiða í toymi. Vit arbeiða við sjálvsmenning av starvsfólkunum.

Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, filmeikarhallirnar, fótbóltsvøllin, (rennibreytina), svimjuhøllina, ítrottarhallirnar, bókasavnið og onnur almenn spælipláss v.m., ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.

Møguleikarnir eru nógvir at uppliva í nærumhvørvinum saman við góðum starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.

Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 24 – 2 /8.
 
Meira fæst at vita, við at venda sær til  leiðaran Marjun Lassen á tlf. 212557 ella varaleiðaran Hedvig Waagstein, á tlf. 216734

Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 31.mars 2026, kl. 12.00.

Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
F0 - 700 Klaksvík
T-post margretha@margretha.fo

Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni  www.margretha.fo

Onnur tíðindi
13.03.2026

Send okkum títt hugskot!

12.03.2026

Væl møtt til grækarismessuhald í Varpinum

12.03.2026

NBH og Nánd kanna størri samstarv á eldraøkinum

12.03.2026

Løgtingsval 2026