Tíðindi

17.04.2026
Borgarafundur um ferðavinnuætlan fyri Svínoy 

Í samband við ferðavinnuætlanina, sum Visit North ger fyri flestu kommunurnar í Norðoyggjum, verður borgarafundur um ferðavinnuætlanina fyri Svínoy, á Brandstøðini í Klaksvík hósdagin 23. apríl kl. 16.00. 

Endamálið við ferðavinnuætlanini er at menna og fyriskipa ferðavinnuna í kommununum, so hon verður skipað á ein skilagóðan og burðardyggan hátt, við atliti til náttúru, lokal virði og trivnað í nærumhvørvinum. 
Tí verða heimafólk, festarar, hagastýri og onnur áhugað boðin til fund, har tit fáa høvi at geva tykkara íkast. Á fundinum verður harumframt greitt nærri frá hvat ein ferðavinnuætlan er, hvat endamálið er og hvussu arbeiðstilgongdin er skipað. 
Øll eru vælkomin at luttaka og leggja síni sjónarmið fram.

Onnur tíðindi
17.04.2026

Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskránna

17.04.2026

Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbýnum

09.04.2026

Heilsugott ábit til børn og ung í Húsinum – gáva frá býráðnum