Tíðindi

30.04.2026
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í Varpinum

Mikukvøldið var Varpið karmur um eitt hugnaligt tiltak, tá Klaksvíkar kommuna savnaði ítróttafeløgini í kommununi til árliga tiltakið til heiðurs fyri ítróttinum í kommununi. Kvøldið var sett av til samveru, íblástur og seta sjóneykuna á tað stóra sjálvbodna arbeiðið til frama fyri ítróttin.

Tiltakið er vorðið ein fastur táttur á árinum, og er ein háttur hjá kommununi at vísa tøkk og virðing fyri sjálvbodna arbeiðið, ið verður gjørt úti í ítróttafeløgunum. Eitt arbeiði, sum hevur avgerandi týdning fyri trivnað, heilsu og samanhald í kommununi.

Karl Johansen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og legði í síni røðu dent á, hvussu nógv feløgini og teirra eldsálir hava at týða fyri Klaksvík. Hann vísti á, at uttan sjálvbodnar kreftir hevði ítróttalívið ikki havt teir karmar og ta breidd, sum tað hevur í dag.

Á skránni var eisini ein áhugaverd framløga hjá Solby Christiansdóttir um Oyggjaleikirnar, sum verða hildnir í Føroyum 2027. Hon greiddi frá fyrireikingunum, væntaðu avbjóðingunum og teimum mongu møguleikunum, sum oyggjaleikirnir lata upp fyri.

Eftir ein steðg var komið til hæddarpunktið á skránni, tá heiðranir vórðu latnar til feløg og einstaklingar, sum á ymiskan hátt hava gjørt vart við seg seinasta árið.

 

Rennifelagið Treysti fekk heiðurslønina Ársins samanhald. Felagið er kent fyri sítt stóra og fjølbroytta virksemi. Í Treysti eru tey altíð fús at taka lut, tá tiltøk verða fyriskipað í býnum. Tiltøk sum Virkið Var, Virkið Heyst, Torradagar, Norðoyastevnu, hálvmarathon, Silvarenning og Gakk-og-renn og mongu onnur. Felagið hevur gjøgnum nógv ár verið ein drívmegi, tá ið ræður um heilsu og felagsskap í Klaksvík.

Flogbóltsfelagið Mjølnir varð eisini heiðrað. Felagið hevur í nógv ár víst støðugan styrki og úrslit á hægsta støði. Menninir hava verið føroyameistarar sjey ár á rað, og samstundis eru sigursvandu kvinnurnar aftur við í stríðnum um gullið. Mjølnir er nógv mest vinnandi flogbóltsfelagið í Føroyum og eitt fyrimyndarligt felag innan føroyskan ítrótt.

Julian Gregersen fekk heiður fyri serstakliga gott avrik. Í 2025 setti hann nýtt føroyskt met á maratonteininum við tíðini 2 tímar, 21 minuttir og 30 sekund, sum er satt eitt bragd. Julian tók heili seks minuttir av gamla metinum, sum hevði staðið síðan 1988.

Heiðurin Ársins Eldsál varð latin til ein bólk av ungum monnum í Klaksvíkar Róðrarfelag: Filip, Birgir, John, Símun, Janus og Finnur. Tá borgarstjórin las grundgevingina upp, varð ein heilsan eisini latin frá Sonju Kjølbro, nevndarforkvinnu í KRF, sum lýsti teir ungu menninar soleiðis ”Teir eru ein sannur fongur fyri felagið, og sum vit ikki vildi verið fyri uttan. Teir eru altíð klárir at heita á. Um tað er at pussa, spula, vaska, stima, sveisa, fyrireika stuðulstiltøk, viðlíkahalda bátar og vognar, skifta tollar og mangt annað, ja, teir eru ein týðandi partur av dagliga virkseminum í felagnum”.

Kvøldið endaði við eini stemningsfullari sangframførslu frá Lív Næs og Tróndi Enni, sum settu eitt vakurt punktum fyri eitt sera eydnað tiltak.

Klaksvíkar kommuna sigur hjartaliga til lukku til øll feløg og einstaklingar, ið vórðu heiðrað hetta kvøldið, og takkar samstundis øllum teimum, sum dagliga leggja nógva orku og tímar í føroyskan ítrótt.

Onnur tíðindi
29.04.2026

Býráðsskráin 30. apríl

29.04.2026

Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hjá Dátueftirliti­num til eftirtektar

29.04.2026

Summar­ansing 2026