Tíðindi

08.05.2026
Starvsfólk til Baldursbrá

Virksemið í Baldursbrá verður í næstum økt við einari nýggjari vøggustovu og einari barnagarðsstovu, og tí søkja vit eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til starvsbyrjan 1. august 2026.

Vit søkja eftir:

  • Trimum starvsfólkum til vøggustovu á 30 tímar um vikuna
  • Eitt starvsfólk til vøggustovu á 20 tímum um vikuna
  • Trimum starvsfólkum til barnagarðsstovu á 30 tímar um vikuna
  • Eitt starvsfólk til barnagarðsstovu á 28 tímar um vikuna

Baldursbrá er kommunalur dagstovnur, ið lat upp á heysti í 2021. Stovnurin er ein náttúrubarnagarður, við denti á tryggleika og umsorgan, sum fær tað einstaka barnið at mennast og trívast. Stovnurin hevur frálíka staðseting, við fjøru og haga í nærumhvørvinum. Náttúran er tí ein týðandi partur av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum.
Í løtuni eru tríggjar barnagarðsstovur til børn í aldrinum 3-6 ár og ein vøggustova til børn í aldrinum 0-3 ár.

Vit kunnu bjóða

  • ein spennandi stovn, ið er í menning viðvíkjandi námsættlan og virðisgrundarlag
  • ein góðan og vælvirknan starvsfólkahóp.
  • ein stovn, ið arbeiður við náttúrunámsfrøði.
  • ein ráðleggingardag um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum
    tíð til fyrireiking.

Vit vænta, at tú:

  • hevur ein savnandi hugburð
  • ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
  • leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
  • sært møguleikar í øllum børnum
  • vil vera við til at mynda stovnin sum ein nátturubarnagarð.
  • hevur áhuga í at arbeiða við náttúrunámsfrøði, endurnýslu og burðardygd.
  • ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
  • sært stórt virði í viðurkenning og inklusión
  • ert týðilig/ur í samskifti, og leggur dent á gott samstarv
     

Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Vivian B. Samson, leiðara, á telefon 225719
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsókn, saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum, skal vera okkum í hendi seinasta lagi 21. mai 2026.


Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin leinkjuna her: Starvsfólk til Baldursbrá

Onnur tíðindi
08.05.2026

Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum standi

06.05.2026

Summar­ansing 2026

30.04.2026

Grund­stykkjalistin