Tíðindi
12.05.2026
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossum
Í sambandi við arbeiði á vegastrekkinum undir Fossunum, verður stongt fyri allari ferðslu mikudagin 13. mai frá kl. 8.30 til kl. 16.00, tá arbeiðið kann væntast at vera liðugt. Í hesum tíðarskeiði verður víst til nærindis vegir.
Í hesum tíðarskeiðnum steðgar býarbussurin ikki undir Fossum og oman Eið. Í staðin fer bussurin frá undir Klakki eftir Klaksvíksskákinum, Víkavegnum, Vágstúni og Nýggjavegi og tekur síðani rutuna upp aftur við Klingrugarð.
Heitt verður á íbúgvar á vegastrekkinum undir Fossum 17-25, um at samskifta við arbeiðstakarin á staðnum viðv. koyring til og frá húsunum.
Neyðug skelti verða sett upp.
Onnur tíðindi
20.05.2026
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossum
20.05.2026
Varaleiðari og námsfrøðingar til Blákolluna
19.05.2026
Almennur fundur um undirsjóavatunnil í Kalsoynna
12.05.2026