Tíðindi

21.05.2026
Atlantic Fair aftur í 2028

Atlantic Fair verður aftur í Klaksvík í 2028. Tað skrivaðu Áki í Skemmuni, stjóri á Atlantic Fair, og Karl H. Johansen, borgarstjóri, undir á samkomu í Varpinum. Atlantic Fair hevur í ár 25 ár á baki, og áhugin hjá bæði føroyskum og útlendskum fyritøkum at luttaka á vinnumessuni er stórur.

Áki í Skemmuni, stjóri, sigur, at hann er sera væl nøgdur við vørumessuna í ár.
– Vit hava havt eitt sera gott samstarv við Klaksvíkar kommunu og gleða okkum til Atlantic Fair 2028. Tá verður Hotel KG eisini liðugt, og tað fer at geva framsýnarum munandi betri umstøður, so tað gleða vit okkum til.

Atlantic Fair verður í døgunum 30. mai til 1. juni 2028.

Onnur tíðindi
20.05.2026

Stongt fyri allar ferðslu undir Fossum

20.05.2026

Atlantic Fair 25 ár

20.05.2026

Varaleiðari og námsfrøð­ingar til Blákolluna