Tíðindi

28.05.2026
Skrivstovufólk til bókhaldi hjá Klaksvíkar kommunu

Hava tøl tín stóra áhuga? Vilt tú gera mun og vera við at mynda fjølbroytta bókhaldið hjá næststørstu kommunu í Føroyum? Vit søkja eftir skrivstovufólki at byrja 1. juli 2026 ella skjótast til ber.

Vit bjóða tær at verða partur av bókhaldinum, har tit vera trý starvsfólk umframt roknskaparleiðaran. Bókhaldið er partur av stjórnardeildini og er ein týðandi partur í dagliga virkseminum hjá kommununi, har tú fært ein sjálvstøðugan arbeiðsdag, ið inniheldur alt vanligt bókhaldsarbeiði, millum annað, røkt av skuldarum og ognarum, tollavgreiðslu, fakturering, avstemming, umsita kassan, skrásetingar og ognaryvirlit, innlesing av bókhaldsfílum umframt samskifti við veitarar, starvsfólk og borgarar. Tú fært sjálvandi eina góða upplæring í starvinum og teimum skipanum, sum vit nýta.

Førleikakrøv:
viðkomandi útbúgving innan bókhald og/ella royndir, ið kunnu javnsetast við útbúgving
góðan KT-førleika, og at tú lættliga kanst seta teg inn í okkara skipanir
 

Vit ímynda okkum eitt starvsfólk, sum:

  • hevur góðan kunnleika til bókhaldsarbeiði
  • er fyrikomandi og tænastusinnað
  • hevur góð samstarvsevni og evni at samstarva tvørtur um fakøki
  • hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
  • tolir at verða avbrotið í sínum arbeiði
  • er málsøkið og hevur ein eyðsýndan røkjuskap
  • vil vera við í eini menningar tilgongd av økinum
     

Setanarviðurskifti:

Talan er um fulltíðarstarv, ið verður sett sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið, lønarflokkur 4. Hevur tú ynski um at arbeiða niðursetta tíð, er tað eisini ein møguleiki.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Henry Mellemgaard, roknskaparleiðara, telefon 410011, ella Sonna Óla Djurhuus, kommunustjóra, telefon 410094.

Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 21. juni 2026. Setanarsamrøður verða væntandi í viku 26.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Skrivstovufólk til Klaksvíkar kommunu

Onnur tíðindi
28.05.2026

Ferðslan á norð­oyastevnu

28.05.2026

Árligi barna­fagnaðu­rin á skránni í dag

27.05.2026

Býráðsskráin 28. mai