Tíðindi

02.06.2026
Klaksvíkar Býráð samtykt roknskapin fyri 2025

Klaksvíkar býráð hevur á seinasta býráðsfundi samtykt roknskapin fyri 2025. Roknskapurin vísir eitt avlop upp á 22 mió. kr. áðrenn avdráttir. Samlaðu inntøkurnar í árinum vóru 401,8 mió. kr., meðan rakstrarútreiðslurnar vóru 306,2 mió. kr.

54,1 mió. kr. vóru nýttar til íløgur í 2025, og bankaskuldin hjá kommununi er vaksin úr 391,1 mió. kr. við ársbyrjan upp í 413,1 mió. kr. við árslok, sum svarar til eina nettoøking upp á 22 mió. kr. Í árinum er lán tikið upp á 40 mió. kr., meðan 18 mió. kr. eru goldnir í avdráttum.

Kreditorar eru 25,1 mió. kr., og onnur skuld er 12 mió. kr. Í hesum er ein avseting upp á 6,3 mió. kr. til Landsverk í samband við grót til Norðhavnina. Nettoskuldin er 358 mió. kr., sum er 44 mió. kr. undir skuldarmarkinum. Hetta merkir, at kommunan framvegis hevur eitt ávíst fíggjarligt rásarúm.

Samanumtikið vísir roknskapurin eina støðuga fíggjarstøðu, har bæði avlop og íløgur vísa, at kommunan heldur fram við at menna seg, samstundis sum neyðugt er at hava eyga við skuld og tøkan peningi í komandi í komandi ári.

Onnur tíðindi
02.06.2026

Námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til Dr. Margrethu barnagarð

02.06.2026

Varaleiðari og námsfrøð­ingar til Blákolluna

01.06.2026

Eyr og mold móttøkan stongd