Tíðindi

07.07.2026
Starvsfólk til Baldursbrá

Baldursbrá er ein náttúrubarnagarður, við denti á tryggleika og umsorgan, sum fær tað einstaka barnið at mennast og trívast.

Vit søkja eftir einum námsfrøðingi, atstøðingi ella hjálparfólki til barnagarðsstovu í eitt starv á 20 tímar um vikuna, at byrja 17. august 2026. Møguleiki er at arbeiða eyka tímar, um ynski er um tað.

Harumframt søkja vit eftir einum námsfrøðingi, atstøðingi ella hjálparfólki til eitt barsilsavloysarastarv í vøggustovu á 28 tímar um vikuna, at byrja 21. september 2026.

Vit kunnu bjóða:

  • Ein spennandi stovn, ið er í menning viðvíkjandi námsættlan og virðisgrundarlag.
  • Ein góðan og vælvirknan starvsfólkahóp.
  • Ein stovn, ið arbeiður við náttúrunámsfrøði.
  • Tveir ráðleggingardag um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum
  • Tíð til fyrireiking.
     

Vit vænta, at tú:

  • Hevur ein savnandi hugburð
  • Ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
  • Leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
  • Sær møguleikar í øllum børnum
  • Vil vera við til at mynda stovnin sum ein nátturubarnagarð.
  • Hevur áhuga í at arbeiða við náttúrunámsfrøði, endurnýslu og burðardygd.
  • Ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
  • Sær stórt virði í viðurkenning og inklusión
  • Ert týðilig/ur í samskifti, og leggur dent á gott samstarv
     

Setanarviðurskifti:

Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Vivian B. Samson, leiðara, á telefon 22 57 19.

Umsókn, saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum, skal vera okkum í hendi seinasta lagi 2. august 2026.

Søk starvið umvegis leinkjuna her: Starvsfólk til Baldursbrá

Baldursbrá kommunalur dagstovnur, ið lat upp á heysti í 2021.

Stovnurin hevur frálíka staðseting, við fjøru og haga í nærumhvørvinum. Náttúran myndar tískil ein týðandi part av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum.

Í løtuni eru fýra barnagarðsstovur í aldrinum 3-6 ár stovunar og tvær vøggustova 0-3 ár

Onnur tíðindi
06.07.2026

Barnahúsið Margit søkir eftir námsfrøðingum í farloyvisstørv

06.07.2026

Hvør eigur vakrasta urtagarð 2026?

06.07.2026

Ferðslu­kunning í samband við Champions League dyst hjá KÍ