Tíðindi
Barnahúsið Margit søkir eftir tveimum námsfrøðingum, atstøðingum ella hjáparfólkum at byrja 17. august 2026, ella eftir nærri avtalu.
Talan er um størv í vøggustovu, eitt starv er 15 tímar um vikuna og er tíðaravmarkað til summari 2027, har møguleiki er at taka eykatímar tá tørvur er á tí, og eitt starv er á 30 tímar sum eisini er tíðaravmarkað fram til 1. januar 2027. Vit leita eisini eftir sjúkraavloysarum, so hevur tú hug at royna at arbeiða á einum dagstovni er tað eisini ein møguleiki.
Vit ynskja, at tú:
- ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
- hevur lætt og jaligt lyndi
- dugir at seta í gongd
- leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
- sært møguleikar í øllum børnum
- vilt vera við til at mynda stovnin námsfrøðiliga
- ert tilvitað/ur um menning fyri tað einstaka barnið
- ert týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv
Vit kunnu bjóða tær eitt gott arbeiðspláss við støðuføstum starvsfólkum og nógvum fittum børnum.
- Eitt gott námsfrøðiligt umhvørvið
- Trúfastan starvsfólkahóp
- Góðar karmar
- Stuttligan gerandisdag
- Møguleika at koma við tínum íkasti
Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskiftið eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag, og hevur arbeiðsgevarin skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Hevur hetta tín áhuga?`So er eitt at gera - SØK! Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ann Mari E. Kjølbro, leiðara á telduposti: margit@klaksvik.fo ella tlf. 284530.
Umsókn saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 2. august 2026.
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin leinkjuna her: Starvsfólk til Barnahúsið Margit
Um Barnahúsið Margit
Barnahúsið Margit er ein kommunalur dagstovnur. Vit hava tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og eina serstovu. Barnahúsið Margit er normerað til 62 børn.
Vit hava eina menningarætlan, sum er grundarlagið undir okkara námsfrøðiliga arbeiði; harumframt síggja vit stórt virði í viðurkenning og inklusión í arbeiðnum.
Les meira um okkum og okkara menningarætlanina her: Stovnar - Klaksvíkar kommuna
Vit arbeiða eisini við “Betri Vinir”, sum er eitt arbeiðsamboð til at fyribyrgja happing.
Hvør eigur vakrasta urtagarð 2026?
Ferðslukunning í samband við Champions League dyst hjá KÍ