Tíðindi

18.08.2026
Skráin fyri Føroya Sjómannadag

Familjudagar við mentanartiltøkum, kappingum, undirhaldi, framførslum, góðum mati og hugna fyri bæði børn og vaksin. Alt er sjálvsagt ókeypis.

Fulla skráin sæst her: Føroya Sjóamannadagur 2026

Týsdagin 18. august kl. 19.00:
Havsins áratíggju fyri burðardyggari menning (fyrilestur á KG Hotel)

ST gjørdi av, at árini 2021–2030 skuldu vera „Havsins áratíggju fyri burðardyggari menning“. Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, greiðir frá tættir í átakinum og um føroysku luttøkuna, sum verður samskipað við Grønland og Danmark.

Hvussu stendur til í føroyskum fiskiskapi? (fyrilestur á KG Hotel)
Sigurgunn W. Várting, granskari á Sjókovanum, leggur fram eina støðulýsing við serligum denti á botnfiskiskap — gongdin í flotanum, fiskidøgum, veiðu og avreiðingum, føroyskan línufiskiskap og útlendska veiðu í føroyskum øki.

Mikudagin 19. august kl. 20.00
Eitt langt lív á sjónum: Samrøða við Jóan Petur Klein (fyrilestur á KG Hotel)

Blaðstjórin á Norðlýsinum, Jóhann Lützen, tosar við 83 ára gamla Jóan Petur Klein um eitt langt og fjølbroytt lív á sjónum. Jóan Petur fór fyrstu ferð til skips við sluppuni Fimm Systrum í 1958 og sigldi seinni við Polarstjørnuni, Norðingi og Pison, áðrenn hann fór í land í 1988. Eisini verður hugt aftur á barna- og ungdómsárini í Hattarvík.

Hósdagin 20. augus kl. 18.30: KÍ - Riga FC

Fríggjadagin 21. august 2026
Kl. 17.00: Fiskikapping á Kósabrúnni fyri øll børn (Kósabrúgvin). Børnini skulu sjálvi hava tráðu og bjargingarvest við. Møtið í góðari tíð. Børn og vaksin fáa kaffi, kakao og góðgæti.

Kl. 18.00: Stórt vatnkríggj — skip, bátar og á landi
Skip og bátar leggja at Kósabrúnni, taka fólk umborð, og so verður kríggjast millum bátarnar á Vágni. Sløkkilið og bjargingarfeløg luttaka. Kríggið endar, tá sjóverjuskipið blæsur tríggjar ferðir við skipslúðrinum.

Leygardagin 22. august
10.45: Vælkomin: Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, bjóðar vælkomin

10.55: Sjómannadagurin verður settur: Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur Føroya Sjómannadag

11.05: Heiðursmerki til bestu skip og bátar: Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, letur heiðursmerki til bestu skip og bátar í Føroyum

11.15: Vinnararnir av fiskikappingini heiðraðir

11.45: Kappingar á stóra palli

16.20: Skipalista-Kvissin — Finalan

Barnaøkið: 12:00 – 19:00

12–19: Rógving á flakum. Fyri børn og ung í grunnum hyli.
12–18: Hoppiborgir
12–18: Andlitsmáling í Trygd tjaldinum .
12–15: Ballónir Betri Trygging — bjóðar ballónir.
13–18: MBM og Sjómannadagurin — bjóða Kramarísar.
13–17: Trygd bjóðar øllum børnum franskar hotdogs.

Á økinum: Føroya átiligasta fiskaborð frá kl. 13:00 til 19:00

JFK bjóðar Fish & Chips. Fiskurin er fyrstafloks toskur frá Gadus, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnað til endamálið. Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini, kann hvør persónur í mesta lagi fáa fýra portiónir.

Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn úr Føroya Bjór smáttuni.

Bakkafrost eru errin av sínum vælsmakkandi og heilsugóða laksi, aldur á føroysku firðunum. Aftur í ár fer Bakkafrost at borðreiða við ókeypis smakkiroyndum á bryggjuni. Hesar fara vónandi at geva tær íblástur til aðrar laksarættir.

Christian í Grótinum og Amarant. Á sjómannadøgunum í ár borðreiða vit við eini Pokéskál við heitt royktum makreli. Omaná bjóðar Amarant kaffi og eina rabarbu desert.

Kl. 14 - 18 Grillað grindatvøst við rómaeplum.

kl. 13–18: Poppkorn, kaffi, keks & saft KAV & Norðvask — niðanfyri Roykivirkið.

kl. 13–17: Looknorth bjóðar øllum kaffi/te og vafflir.

kl. 13–17: Netastovan bjóðar øllum kaffe/té og okkurt søtt til góman. 

kl. 14–17: Kassastápling: Føroyameistarakapping. Úrslitini verða kunngjørd á stóra palli kl. 18.10.

kl. 11–14: Brekumboðið hevur opið hús. Opið er millum klokkan 11 og 14 leygardagin 22. august. Brekumboðið heldur til á Klaksvíksvegi 77 á niðastu hædd.

Onnur tíðindi
18.08.2026

Ferðslu­kunning í samband við Conference League dyst

14.08.2026

Rennibreytin prýdd við listaverki

13.08.2026

Málsviðgeri innan umhvørvi - endur­lýsing